



Psykoterapiin við Bjørg Mortensen
Psykoterapiin við Bjørg Mortensen
Um virksemið
Psykoterapi kann hjálpa tær at endurvinna styrki og vón, ið eru til síðusett – tilvitað ella ótilvitað. Hetta gevur tær møguleikan at koma í kontakt við teg sjálvan, og á henda hátt kanst tú broyta títt lív og fáa størri nøgdsemi, lívsgleði og energi.
Tú ert kanska í einari truplari støðu. Følir teg strongdan, sorgarbundnan, óupplagdan ella manglar lívsgleði. Ella tú ynskir sjálvsmenning og vilt kasta ljós á tínar møguleikar í lívinum.
Her er nakað av tí, ið tú kanst arbeiða við í terapi, og mangt annað:
•Sorg
•Strongd
•Tunglyndi
•Angist
•Vreiði
•Ivi um, hvat tú vilt við lívinum
•Lítið ella manglandi sjálvsvirði og sjálvsálit
•Manglandi lívsgleði
•Einsemi og isolatión, at føla seg uttanfyri
•Konfliktir á arbeiðsplássi og í øðrum sambandi
•Angist fyri ikki at vera góður nokk, fakliga og persónliga
•Insest
•Avhengigheit
•Neiligir tankar um teg sjálvan og onnur
•Trupulleikar at seta mørk
•Sjálvsmenning
•Starvsfólkarøkt, trivnaður og menning
•Arbeiðsloysi
Terapi er eisini viðkomandi, um tú hevur tað gott, men vilt læra at liva meira í løtuni, hava betri samskifti við onnur og/ella læra teg sjálvan betri at kenna á ein meira nærverandi og gevandi hátt, soleiðis at tú kanst blíva tín egni besti vinur.
Vilt tú vita meira um tínar møguleikar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við meg.
Tá vit møtast:
Frá tí at tú kemur í terapi og ein tíma fram, er tíðin tín. Eg eri til reiðar at møta tær í tí, sum tú kemur við – sum fyllir teg og er týdningarmikið fyri teg. Tað eru eingi krøv til tín, tá tú kemur í terapi. Tú kemur, sum tú ert, og harfrá verður arbeitt.
Følir tú teg tóman ella fullan av spurningum, er tað í ordan. Vit taka tað saman. Eg havi sjálv verið í terapi. Havi arbeitt við mær sjálvari og kent á egnum kroppi, hvat tað vil siga at verða í terapi.
Tá talan er um sjálvsmenning og at endurvinna virðir og møguleikar í lívinum, kann tað geva sálarliga og kropsliga pínu. Tað er her, eg eri til reiðar at møta tær við mínari fakligu vitan og egnari uppliving av, at møguleikar eru til staðar at broyta sítt lív og endurvinna styrki og vón.
Vit hyggja at teimum forðingum, sum eru. At føla seg sum tann einasta við einum trupulleika, førir til einsemiskenslu. At deila sína støðu við ein annan gevur møguleika til at gera broytingar og at vaksa ♥
Tað terapeutiska arbeiðið gongur fyri seg millum teg og meg ella í bólki.