top of page

Eg eiti Bjørg, eri psykoterapeutur. Eg havi tikið fýra ára útbúgving sum psykoterapeutur í Danmark, eri útbúgvin integrativur psykoterapeutur MPF í m.a. gestalt- og kropsterapeutiskum metodum.

MPF stendur fyri Medlem af dansk Psykoterapeutforening. Tað er ein váttan um mína útbúgving og trygd fyri, at eg lúki tey krøv, ið eru fyri at geva psykoterapi.

Eg havi tikið mína útbúgving á DIPSU. Tað kanst tú lesa nógv meira um á www.dipsu.dk.

Eg havi viðtalu í Middelfart og arbeiði eisini online á netinum . Vilt tú í terapi ella vita meira um møguleikan, ring til mín á tel. 583534 /+4553199373 ella skriva til bjorg.m@hotmail.com.

Eg eri eisini útbúgvin avhengigheitsráðgevi frá UC Syd í Kolding.

Eg havi diplom í barna- og ungdómsráðgeving fyri einstaklingar og bólkar.

Eg havi  NADA-sertifikat. NADA er oyraakupunktur og verður ofta brúkt til at fáa ró og javnvág í sambandi við strongd.

NADA kann vera framúr gott í sambandi við terapi sum hjálpandi ískoyti til samrøðuna.

bottom of page